Mynd: Sunda kommuna

Sáttmálin um bygging av skúla og ítróttarhøll við Streymin undirskrivaður

Jens Hákun Leo

30.03.2017 - 16:40

Tíðindi > Norðstreymoy - Streymnes

Sáttmálin um bygging av skúla og ítróttarhøll við Streymin varð fyri løtu síðani undirskrivaður av Heðin Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu, og Jóan Peturi Vang, stjóra í Sp/f Jóan Petur Vang, byggimeistari.

Hetta boðar Sunda kommuna frá í dag á heimasíðu sínari.

Tilboðið fyri byggingina ljóðar, sambært Sunda kommunu, á kr. 62.628.219 krónur, og skal nýggi skúlin, sum skilst, takast í nýtslu til skúlaársbyrjan 2019/2020.

Arbeiðið byrjar um hálvan mai mánað í ár.




Mest lisið