Kvíkingurin, ið til dagliga spælir í Skjern, hevði fleiri góðar bjargingar í málinum í gjár. Spurningurin er so um Niklas Simonsen og hinir á føroyska liðnum fáa nógv at fegnast um í Italia í kvøld. (Mynd: IHF)

Seinasta royndin á hesum sinni

Agnar Frederiksen

13.01.2018 - 15:42

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Seinasti dysturin í HM-undankappingini í Bolzano verður leiktur í kvøld. Tað eru italsku vertirnir og lítla oyggjalandið í Norðuratlanshavinum, sum bresta saman. Føroyska liðið hevur tapt báðar dystirnir higartil við átta málum. Italienska liðið kemur inn til dystin í høgum sjálvsálitið. Italia tapti við tíggju málum móti Rumenia hósdagin, men í gjárkvøldið vann Italia óvæntað á Ukraina. Heimaliðið vann 29-28, og kann tískil enda á 2.plássið í bólkinum við sigri í kvøld. 

Tað er eingin ivi um, at Italia hevur favorittleiklutin. Liðið er á heimavølli, og vísti sínar dygdir í gjár. Føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur ongantíð vunnið ein undankappingardyst áður. Odssið uppá Italia liggur umleið 1,20 hjá flestu veddingarfyritøkunum, meðan oddsið uppá  føroyskan sigur er so høgt sum til dømis 5,45 og 5,50.

Hetta er triðji dysturin uppá tríggjar dagar, og spælt hevur verið í hægri leikferð enn føroysku leikararnir eru vanir við. Venjararnir hava tó fingið brúkt hópin væl.
Hópurin til dystin í dag telur tó bara 14 mans. Helgi Hildarson Hoydal breyt eitt bein í fótinum ímóti Ukraina, og í gjár breyt Fríði Weyhe eitt bein í hondini. Hetta kemur dátt við hjá Føroyum. Føroyska liðið er tó til reiðar at geva alt í kvøld. Hópinum er kunnugt, at her er møguleikin at fáa stig í hesari kappingini og harvið skriva søgu. Vit hava fyrr leikt tættar dystir ímóti Italia, og kanska tætti dysturin í gjár hevur tikið hart uppá orkuna hjá italiumonnum. Føroyingar hava eisini fingið nakrar eyka tímar hvílt í mun til Italia.

Eftir fyrstu dystirnar hjá føroyska liðnum er staðfest, at tað er heilt víst langur vegur enn til altjóða toppin. Men føroyingarnar vísa heilt greitt ein vilja, og í løtum spæla vit væl við. Tað er tó eingin ivi um, at føroysku leikararnir skulu verða meira kyniskir frammanfyri málinum, og í verjupartinum skal strammast upp. Tann fysiski munurin verður ikki so stórur í kvøld sum ímóti Rumenia og Ukraina, og tað kann gera mun.

Møguleikin fyri at skriva søgu er har í kvøld. Føroyska liðið skal tó upp ímóti einum italskum liðið við einum góðum sigri í viðførinum, og sum hevur góðan stuðul frá heimaáskoðarum í høllini.

Tað er klokkan 19.45 føroyska tíð, at slagið skal standa í Bolzano. Kringvarpið vísur dystin í sjónvarpinum og á heimasíðuni, og Rás 2 er á staðnum við beinleiðis frásøgn.