Mynd: EPA

Sharapova fekk tvey ára leikbann

Steinar Patursson

08.06.2016 - 19:29

Ítróttur > Ítróttur > Tennis

Altjóða Tennissambandið er nú komin til ta niðurstøðu, at Maria Sharapova sleppur ikki at spæla tennis í tvey ár.

Tennisbannið kemur, eftir at ein dopingkanning frá Australian Open fyrraárið vísti, at blóðið hjá Sharapovu innihelt meldonium, ið er ólógligt í ítróttarhøpi.

Bannið tekur við við afturvirkandi kraft frá januar í ár.

Sharapova sjálv hevur boðað frá, at hon fer umgangandi at kæra avgerðina, tí sjálv hevði hon fingið evnið frá læknanum, tí hann metti tað vera gott fyri onkrar hjartatrupulleikar, ið hon eftir sigandi stríddist við.

Nevndin, ið altjóða tennissambandið, ITF, hevði sett at kanna tilburðin hjá Sharapova, kom til ta niðurstøðu, at tað var allarhelst ikki við ringum ætlanum, at Sharapova tók evnið. Tó segði nevndin, at tá alt kom til stykkis, so hevði Sharapova sjálv ábyrgina av, hvørji evni hon tók, og tí var rættvíst við tveimum ára leikbanni.

Avgerðin merkir sostatt, at 29 ára gamla Maria Sharapova sleppur ikki at spæla tennis aftur í kappingarhøpi fyrr enn í januar mánaði í 2019.

Sharapova, ið hevur verið ein av heimsins sterkastu tennisleikarum seinastu árini, hevur vunnið fimm Grand Slam kappingar.



Mest lisið