Sif Gunnarsdóttir leggur frá sær sum stjóri í Norðurlandahúsinum og fer til Íslands at røkja týðandi mentanar-starv í heimbýnum Reykjavík. Á sam-komu fagnaði Rigmor Dam, mentanarmálaráðharri henni.

Sif hevur ríkað føroyska mentan

Jan Müller

18.03.2018 - 14:42

Mentan > Mentan > Nútíðarmentan & altjóðagerð

“Sum stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum hevur tú hesi árini ikki bara ríkað føroyska mentan við tiltøkum, sum hava verið hildin í Norðurlandahúsinum. Tú hevur eisini verið við at sent føroysk listafólk út í heim," segði landsstýriskvinnan í mentanarmálum, Rigmor Dam m.a., tá hon bar fram heilsan til fráfarandi stjóran í Norðurlandahúsinum, Sif Gunnarsdóttir, leygardagin. 

Hon takkaði Sif Gunnarsdóttir, sum nú eftir fleiri ára stjóratíð í Føroyum, nú fer aftur til Íslands at røkja týðandi mentanarstarv í Reykjavík, fyri hennara fríska íkast og altíð blíða og vinarliga verumáta. 

"Takk fyri alt tað tú hevur gjørt føroyskari og norðurlendskari mentan at gagni. Takk fyri alt tað, tú leggur eftir teg,” segði landsstýriskvinnan m.a. í fagnaðarrøðu síni. 

Skipað varð fyri hugvekjandi tiltaki í Norðurlandahúsinum við luttøku av mentanarfólki, politikarum, vinum, starvsfólki og øðrum, ið vóru samankomin fyri at heiðra teirri lívsjáttandi íslendsku kvinnuni, sum nú í nøkur ár hevur stýrt hesum størsta norðurlendska mentanarhúsinum í Norðurhøvum. 

Vit endurgeva fagnaðarorðini her:

Góða Sif!

Tú komst sum ein hvirluvindur.

Hevði aldri verið í Føroyum áður.

Var ikki í familju við nakran her um leiðir.

Kendi ongan.

Visti neyvan at vit tosaðu føroyskt í Føroyum, ella at vit høvdu egið flagg.

Tú visti heldur ikki, at her búði ein maður sum æt Ole Wich, ella ein kona, sum æt Marita Dalsgarð, ella at her vóru menn sum Ólavur Hátún og Poul Jákup Thomsen ella konur sum Urd, Inger og Andrea Heindriksdóttir.

Men sjálvandi lærdi tú øll hesi og nógv onnur at kenna - við fúkandi ferð.

Tí áðrenn føroyingar høvdu sagt góðan dag, hevði tú sagt ’takk og bless’!

Góða Sif!

Tú komst úr einum landi, har tað mesta letur seg gera, har íslendska meginskaldið longu fyri meira enn hundrað árum síðan ætlaði sær at setanorðlýsiðtil sølu og liva av inntøkunum.

Tú komst úr einum landi, har fólk uttan at himprast saktans kundu læra segbelgiskt,um tað stóð á!

Ja, tú komst úr einum landi, sum fekk sjálvt Hoyvíkssáttmálan frá 2005 at virka.

Sum Gunnar Hoydal skrivar í yrkingasavninum Hús úr ljóði, so hevur tú stýrt einum húsi

úr ljóði

úr kenslum

borið av huga

styrkt av viti og dirvi

og við látri út gjøgnum allar gluggar

……

Eitt hús úr litum

við rúmum til alt tað skeiva og veika og mjúka

eitt hús úr vøkstri

(Gunnar Hoydal: Hús úr ljóði, 1987)

Góða Sif!

Eg havi hoyrt, at sum smágenta komst tú heim úr barnaføðingardegi, og segði mammu tíni frá, hvussu góðar søgur tit hoyrdu í føðingardegnum. Mamma tín, sum tá hevði íslendska barnaútvarpið um hendi, fekk straks eitt hugskot. Á henda hátt var tað tú, sum uppdagaði tvíburarnar Jón Odd og Jón Bjarna og sendi teir fyrst í íslendska barnaútvarpið og síðan út á bókamarknaðin. Longu tá hevði tú eygað fyri mentanarmiðlan!

Góða Sif!

Sum stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum hevur tú hesi árini ikki bara ríkað føroyska mentan við tiltøkum, sum hava verið hildin í Norðurlandahúsinum. Tú hevur eisini verið við at sent føroysk listafólk út í heim. Í rúgvuvís. Til Reykjavíkar, Oslo, Keypmannahavnar, Stockholm, Helsingfors, Washington, London og nú um nakrar fáar dagar heilt til Seattle. Bara fyri at nevna nøkur dømi.

Onkuntíð fórt tú eisini við listafólkunum út í heimin og tók hugskot og fólk og hugsanir heimaftur við tær. Og tá havi eg hug at siga sum Egil Skalla-Grímsson á sinni tók til:

’Hann er ikki fyri ongum, ið hevur hollar vinir við á sínum ferðum,”(Egils søga, 1995)

Góða Sif!

Nú tú tekur loftbrúnna aftur til Reykjavíkar, fari eg fyri Føroya landsstýri at takka tær hjartaliga fyri árini, tú valdi okkum og at búgva í Føroyum, meðan tú stýrdi størsta norðurlendska mentanarhúsinum í Norðurhøvum. Stóra takk fyri títt fríska íkast og tín altíð blíða og vinarliga verumáta. Takk fyri alt tað tú hevur gjørt føroyskari og norðurlendskari mentan at gagni. Takk fyri alt tað, tú leggur eftir teg.

Eg ynski tær og Ómari blíðan byr í framtíðini.

Takk fyri.


Myndir Jan Müller




Mest lisið