Chelsea fær í dag vitjan av Leicester á Stamford Brigde. (Mynd: EPA)

Sjey dystir á skránni seinnapartin

Agnar Frederiksen

13.01.2018 - 14:10

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Nú um ein lítlan tíma fer 23.umfar í Premier League í gongd. Eftir eitt vikuskifti við FA Cup fótbólti eru dystir í fremstu ensku deildini:

15.00:
Chelsea-Leicester
Crystal Palace-Burnley
Huddersfield-West Ham
Newcastle-Swansea
Watford-Southampton
West Bromwich-Brighton

17.30:
Tottenham-Everton

Tað er ikki nakar stórdystur í dag, men tað eru tó fleiri áhugaverdir dystir, ið kunnu fáa ávirkan; serliga í botnstriðnum. Í stríðnum um topp-fýra verður eisini spennandi at síggja Chelsea og Tottenham, sum í dag hava uppgávur á heimavølli, ið kunnu verða lumpisligar.

Heilt stóri dysturin í hesum umfarinum verður í morgin á Anfield, har Liverpool tekur ímóti suverena oddaliðnum Manchester City.