Leicester fegnast um fyrsta Premier League heiðurin. Mynd: EPA

Skotið upp umfatandi broytingar í enska kappingarbygnaðinum

Steinar Patursson

20.05.2016 - 08:59

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Enska Football League, ið er felagsskapurin, ið varðar av fótbóltsdeildunum í Onglandi, hevur nú skotið upp víðgongdar broytingar í bygnaðinum í enskum fótbólti.

Bretskir miðlar skriva, at ætlanin er at leggja eina professionella deild aftrat teimum fýra, ið longu eru frammanundan.

Sum er, er professionellur enskur fótbóltur skipaður í fýra deildir: Premier League við 20 liðum, síðani Championship, League One og League Two við 24 liðum hvør.

Football League hevur í hyggjuni at skipa soleiðis fyri, at frá kappingarárinum 2019/20 og frameftir skulu vera fimm deildir við 20 liðum í hvørjari.

Orsøkin til, at Football League vil hava skipanina broytta, er, at ov nógv lið eru í hvørjari deild, og tað merkir, at ov nógvir dystir skulu avgreiðast í hvørjum kappingarári, serliga tá steypakappingarnar skulu havast í huga eisini. Nógvir dystir verða spældir mitt í viku, og leikararnir fáa ikki tíð at koma fyri seg millum hvønn dyst.

Hetta merkir sjálvandi eisini, at fleiri lið enn vanligt skulu flyta niður, so at einans 20 lið verða eftir í hvørjari deild.

Championship, League One og League Two skulu allar minka við fýra liðum hvør, soleiðis at 12 lið skulu flytast til nýggju fimtu deildina, samstundis sum 8 lið skulu flytast upp úr National League.

Og tað er ikki follið í góða jørð hjá nógvum feløgum.

Umframt at lægri tign er í at spæla í lægri deild, so eru eisini minni av sjónvarpspeningi til liðini í lægru deildunum.

Undir núverandi skipan fáa lægri deildirnar part av peninginum, ið verður goldin fyri sjónvarpsrættindini til Premier League. Men upphæddin minkar nógv, tá komið verður niður um Championship, og útlitini til lægri inntøkur hóva ikki nógvum feløgum.

Sambært reglugerðini hjá Football League skulu 65 av núverandi 72 liðunum, ella 90%, taka undir við broytingini, men ivasamt er, um undirtøka er fyri uppskotinum.



Mest lisið