Savnsmynd (Mynd: Bjartur Vest)

Smyril avlýst túrar vegna veður

Sverri Egholm

13.01.2018 - 20:05

Tíðindi > Veðrið

Orsaka av ringa veðrinum í morgin siglir Smyril ikki túrarnar av Krambatanga klokkan 08:30 og úr Tórshavn klokkan 11.

Hesum boðar Strandferðslan frá á heimasíðuni.

Tað verður nógvur vindur í morgin. Danska veðurstovan sigur frá 15-22 m/s og hvirlum av stormstyrki í morgin fyrrapart.

Fylg veðrinum her