Mynd: Óli Reinert á Geilini

Soleiðis sær út í Svínoy

Sverri Egholm

12.01.2017 - 13:52

Tíðindi > Veðrið

Tað verður boðað frá stormi, og enn er tað serliga norðari parturin av Føroyum, sum er tarnaður av hesum.

Ritan, sum siglir út til Svínoyar hevur enn ikki, sambært ssl.fo, avlýst túrin seinnapartin, men tað er ógvuliga sannlíkt at hon fer at gera tað, um hugt verður eftir myndini omanfyri.

Myndina omanfyri hevur Óli Reinert á Geilini tikið fyri einum góðum tíma síðani. Hon er tikin við Eiði í Svínoy.