Stórdystur á Anfield

Høgni Midjord

14.01.2018 - 10:06

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

 Tríggir dystir eru eftir at leika í 23. umfari í Ensku Premier League.

2 dystir verða leiktir í dag, har fyri dysturin byrjar kl. 13.30, har Arsenal vitjar í Bournemouth. Bournmouth liggur í løtuni á kantinum til niðurflytingarstrikuna, ímeðan Arsenal stríðist við at halda fast í oddin. 

Kl. 16.00 byrjar ein dystur, ið helst nógv gleða seg til. Á Anfield tekur Liverpool ímóti suverena oddaliðinum, Manchester City. 

Manchester City tykjast vera betri fyri enn nakrantíð í løtuni. Liverpool hevur tó havt sera góð úrslit ímóti toppliðunum seinastu árini, og við Van Dijk afturat í miðverjuni, verður spennandi at vita hvussu dysturin fer at hilnast.

Í morgin tekur Manchester United ímóti Stoke, ið ikki hava klára seg so væl í ár. Liðið liggur til niðurflyting. Manchester United hevur tó havt dystir í ár, har man óvæntað hevur latið stig frá sær, so hetta er eisini dystur, har alt kann henda.