Tórsvøllur skal gerast liðugur

Tíðindaskriv

21.06.2016 - 11:38

Tíðindi > Streymoy - Tórshavn

Tórshavnar kommuna og Fótbóltssamband Føroya hava í dag skrivað undir nýggja samstarvsavtalu um útbygging av Tórsvølli. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Christian Andreasen, forseti í FSF, settu við hesum av álvara gongd á at gera Tórsvøll endaliga lidnan sum altjóða leikvøll.

Tað var í 2010, at kommunan og FSF í felag lótu gera eina heildarætlan at út- og umbyggja Tórsvøll til altjóða leikvøll, ið lýkur øll krøv til landsliðsfótbólt.

Tá útbyggingin er liðug, fær Tórsvøllur tær góðkenningar frá UEFA, sum skulu til fyri, at A-landsliðið uttan nakað frávik kann spæla sínar landsliðsdystir í Føroyum.

Hetta útbyggingarstigið á vestursíðuni verður bundið saman við eystara og sunnara skýlið, ið stóð liðugt bygt í fjør. Tá sita allir áskoðarar undir taki. Talan er harumframt um at betra munandi um allar hentleikar og krøv, ið UEFA setir bæði til áskoðarar, spælarar, officials, fjølmiðlar v.m.

Eisini verður áskoðarakapasiteturin øktur við eini 200 setrum, eins og at Niðari vøllur í Gundadali fær lut í nýggju hølisfasilitetunum. Niðari vøllur hevur í dag ongar høliskarmar beint við vøllin.

Spælast alt árið
Um tvey ár byrjar nýggj altjóða landsliðskapping, nevnd Nations League, sum UEFA skipar fyri. Hendan kappingin verður samstundis sum vanliga EM undankappingin og er ein eyka møguleiki at spæla seg til EM endaspælið.

Við bæði EM og HM undankappingum og Nations League fara í miðal 5-6 A-landsliðskappingardystir at verða spældir um árið. Hetta krevur eisini, at spælast kann alt árið.

Við skýlinum á vestursíðuni er Tórsvøllur sera væl vardur fyri vetrarveðrinum. Harumframt verður næsta ár møguligt at hita sjálvan vøllin upp við fjarhita, so at frost og kavi framyvir ikki verður nøkur forðing.

Spælast og venjast kann tá á Tórsvølli so at siga allar dagar á árinum.

Ætlandi fer sjálvt byggiarbeiðið í gongd áðrenn ársskiftið og verður væntandi liðugt í 2019.

Tíðindaskriv frá Tórshavnar kommunu





Mest lisið