Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Avreiðingarnar tilsamans av botnfiski eru áleið tær somu fyrstu sjey mánaðirnar í ár, sum sama tíðarskeið í fjør. Fyri einstøku fiskasløgini av týdningi eru smáar broytingar. Nakað tað sama er avreitt av hýsu, 7% minni av toski, og nøgdin av upsa er vaksin góð tveytúsund tons ella 16%. Hetta skrivar Hagstovan.
Av øðrum botnfiski kann nevnast, at nøgdin av kongafiski er vaksin munandi í ár – úr góðum 500 tonsum upp í smá 1400 tons – ein vøkstur á 138% í ár í mun til í fjør. Av flatfiski er nøgdin tilsamans minkað 19%, og tað er svartkalvin, sum er minkaður ein fjórðing í mun til í fjør.
Avreiðingarvirðið er tilsamans eitt vet lakari enn í fjør. Sjálvt um nakað væl meira er avreitt av upsa í ár, er virðið minkað 11%, samanborið við í fjør.
Viðmerking: Avreiðingar av feskfiski er uppgjørt í landaðari vekt, tvs. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð. Havast skal í huga, at avreiðingarnar siga einki um, hvussu stór royndin hevur verið.