Sumba ein illveðursdag (Savnsmynd: Bjartur Vest)

Vænta hvirlur av ódnarstyrki

Sverri Egholm

13.01.2018 - 17:52

Tíðindi > Veðrið

Veðurforsøgnirnar fyri í nátt og í morgin síggja einki út. 

Sambært donsku veðurstovuni veksur vindur í nátt. Tað verður regn, og vindurin veksur frá skrið til storm, 20-25 m/s og hvirlur upp í kolandi storm, 29 m/s ella ódn, 33 m/s. Ættin verður sunnan.

Sunnumorgun framvegis nógvur vindur av suðri, 15 til 22 m/s við hvirlum av stormstyrki, umleið 27 m/s.

Út á dagin minkar vindurin nakað og tað verður strúkur í vindi, 10 til 15 m/s av útsynningi. Regn, men seinni ælaveður.

Fylg veðrinum her