Video: Tveir føroyingar við í X Factor

Sverri Egholm

13.01.2018 - 18:43

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Í seinastu X Factor røðini, sum Danmarks Radio framleiðir eru tveir føroyingar komnir gjøgnum nálaeygað í upptøkuroyndunum.

Og sum so ofta áður, so luttaka føroyingar. Higartil eru tveir sum Portalurin veit um. Tað eru Sigmund Tróndheim og Olivur Bech Andreasen.

Hetta er ikki fyrstu ferð vit síggja hálva føroyingin, Sigmund, tí í 2015 royndi hann seg í “Danmark har talent” kappingini hjá TV2. Nú er hann aftur, og hesaferð verður tað undir leiðslu av Blachman, Remee ella Sanne Salomonsen. Framførslan hjá Sigmundi, har hann syngur "Side To Side" hjá Ariana Grande og Nicki Minaj sæst omanfyri.

Olivur Bech Andreasen sang seg víðari við lagnum “Good Riddance” hjá Green Day.

Báðir vóru við í sendingini á DR 1 í gjárkvøldið, og sum sæst her.

Næsta fríggjadag verður sonevnt Five Chair Challenge, men tað er óvist um vit síggja føroyingarnar tá.

Dagføring 14. januar 2018 - kl. 22:59: Toftamaðurin Jóan Jákup H. Benjaminsen slapp eisini víðari. Les grein um tað her