Gomlu hølini hjá Klippfisk í J.H Schrøtersgøtu í høvuðsstaðnum (Mynd: KVF)

Vilja hava Klippfisk til Eysturkommunu

Sverri Egholm

21.08.2016 - 21:03

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Í almennum tíðindaskrivi bjóðar mentanarnevndin í Eysturkommunu áhugafelagnum Klippfisk til fundar um hølisviðurskifti, framtíðarætlanir fyri film í Føroyum eins og onnur viðkomandi mál, sum viðvíkja filmi.

Tað var fyrr í vikuni at Jákup Veyhe frá Klippfisk kærdi sína neyð í Degi & viku, tí tey vóru koyrd úr hølunum í J.H Schrøtersgøtu í Havn.

- Eysturkommuna er ein virkisfús kommuna í vøkstri, sum fegin vil bjóða seg fram at hýsa virkseminum hjá Klippfiski ella einum parti av virkseminum og annars vera viðleikari í filmspolitikkinum og filmsvinnupolitikkinum, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Mentanarnevndin er fús at koma á fund við Klippfisk um avbjóðingarnar og at tala um framtíðar filsmvirksemi í landinum øllum. Eftir at koyrandi verður gjøgnum Eysturoyartunnilin í 2019 styttast strekkini ímillum viðkomandi støð í miðal niður í eina helvt, stendur víðari í tíðindaskrivinum, sum er undirskrivað av Honnu Jensen, forkvinnu, Hjalta Dalheim, næstformanni og Emmu Rasmussen, nevndarlimi.



Mest lisið