Mynd: Jens Kr. Vang

Vit hava skyldu til at hjálpa neyðstøddum

Jens Hákun Leo

30.09.2016 - 14:24

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Sum partur av altjóða samfelagnum hava vit føroyingar skyldu at taka á okkum at hjálpa neyðstøddum úti í heimi.

Hetta sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnimálum, í dag í sambandi við, at játtanin til neyðhjálp í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2017 hækkar úr 1 mió. kr. upp í 4 mió. kr.

Og sambært Poul Michelsen, landsstýrismanni, skal játtanin hækka enn meira tey næstu tvey-trý árini:

- Játtanin er neyðhjálp hevur verið ov lág í mun til, hvat verður latið av londum, sum vit samanbera okkum við. Vit eiga tí at hækka játtanina, og ætlanin er at hækka játtanina aftur í 2018 og 2019, so at vit koma uppá 10 mió. kr. Og hjálpin ger mun. Tí handan hvørja krónu liggur ein menniskjalagna.”

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið skrivar á heimasíðu sínari, at endamálið við játtanini er at veita neyðhjálp, tá ið vanlukkur raka úti í heimi.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið greiðir víðari frá, at seinru árini er neyðhjálpin latin eftir áheitan og í samstarvi við hjálparfelagsskapir, bæði føroyskar og útlendskar, herundir altjóða stjórnarfelagsskapir undir Sameindu Tjóðum. Eitt nú lat Landsstýrið fyrr í ár, í samstarvi við Reyða Kross Føroya, 1 mió. kr. til humanitera neyðhjálpararbeiðið í Sýria.

Játtanin til neyðhjálp verður umsitin av uttanríkistænastuni í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum.



Mest lisið